Uttanlands

64 milliónir turkar skulu velja forseta í dag

Møguleiki er fyri, at nýtt valumfar skal haldast síðst í mánaðinum

Kemal Kilicdaroglu á veg til valstaðið í dag (Mynd: EPA)

Kemal Kilicdaroglu á veg til valstaðið í dag (Mynd: EPA)

2023-05-14 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

64 milliónir turkar hava í dag møguleika fyri at fara á val og vera við at velja hvør skal vera forseti landsins komandi fimm árini.

Høvuðsvalevnini á valinum eru sitandi forseti, Recep Tayyip Erdogan, og valevnið hjá andstøðuni, Kemal Kilicdaroglu. Báðir hava verið á vali í dag. Kilicdaroglu í høvuðsstaðnum, Ankara og Erdogan í Istanbul.

Andstøðuflokkarnir hava vónir um at fáa eitt forsetaskifti á valinum í dag, og standa tí saman um Kilicdaroglu, sum er formaður í flokkinum repbublikanska flokkinum, CHP.

- Takk til øll tykkum, sum atkvøða í dag. Vit hava saknað fólkaræðið, segði 74 ára gamli Kilicdaroglu eftir at hann hevði greitt sína atkvøðu.

Erdogan kom eisini inn á fólkaræðið eftir at hann hevði givið sína atkvøðu. Hann segði seg vóna, at fólkaræðið í Turkalandi fór at sigra í dag, og at tað týdningarmesta hjá honum hevur verið, at øll – eisini tey, ið hava verið rakt av jarðskjálvta – fáa møguleika at atkvøða.

Seinastu veljarakanningarnar benda á, at hvørgin teirra fyr meira enn 50 prosent av atkvøðunum í dag. Fáa teir ikki tað, verður nýtt og avgerandi valumfar hildið 28. mai millum teir báðar, skrivar dr.dk. Tvey valevni afturat eru at velja í millum í dag, Sinan Ogan og Muharrem Ince. Atkvøðustøðini í Turkalandi lata aftur klokkan 16 í dag, okkara tíð. 

[object Object]Recep Tayyip Erdogan umgyrdur av viðhaldsfólki eftir at hann hevði greitt sína atkvøðu í dag (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder