2022-03-01 07:29
Eitt russiskt bilafylgi av hernaðarakførum hava kós móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev. Fylgið er 65 kilometrar langt.
Tað vísa fylgisveinamyndir, ið vórðu tiknar í gjár, sambært Reuters.
Í fylginum eru brynjaðir bilar, stríðsvagnar og rullandi skotvápn.
Fylgisveinamyndirnar vórðu tiknar mánadagin beint við Antonov floghavnina, sum liggur umleið 27 kilometrar uttan fyri høvuðsstaðin.
Tað er felagið Maxar Technology, sum hevur latið miðlunum myndirnar. Felagið upplýsir eisini, at stórar herdeildir og álopstyrlur eru sæddar í sunnara parti av Hvítarusslandi, fáar kilometrar frá markinum til Ukraina, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald