Uttanlands

6,5 mia. kr. latnar til at endurbyggja Notre Dame

Milliardirnar streyma inn

2019-04-17 13:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Dómkirkjan Notre Dame í Paris hevur fingið umfatandi skaða eftir eldsbrunan mánakvøldið. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel MAcron, hevur lovað, at dómkirkjan verður bygd uppaftur, men tað verður dýrt.

Nú tveir dagar eftir sorgarleikin eru milliardirnar streymaðar inn til arbeiðið at byggja Notre Dame uppaftur.

Fyrrapartin vóru 6,5 mia. kr. latnar til arbeiðið, sigur umboðið hjá forsetanum fyri mentanararv, Stephane Bern, við fronsku útvarpsstøðina France Info.

Nøkur av teimum, sum hava givið nógvar krónur í stuðli er franski ríkmaðurin Bernard Arnaud, sum lat 200 milliónir evrur, umframt Apple, L’Oreal og katolikkar í hópatali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder