Uttanlands

651 deyð við koronavirus í Italia seinasta samdøgrið

Tilsamans 59.138 fólk hava fingið smittuna í landinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-22 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

651 fólk við koronavirus eru skrásett deyð í Italia seinasta samdøgrið. Tað vísa almennu tølini, skrivar Ritzau.

Hetta er eitt sindur færri enn undanfarna samdøgur, tá 793 fólk við koronasmittuni lótu lív. Tað var hæsta talið nakað land higartil hevur skrásett upp á eitt samdøgur.

Tilsamans 5.476 smittaði fólk eru deyð í Italia síðani covid-19 byrjaði at herja.

59.138 fólk tilsamans eru smittað við koronavirusinum í Italia.

-------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein stórur partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder