Innanlands

663 nýggir koronutilburðir í gjár

Alsamt fleiri, sum verða innløgd í Sjúkrahúsverkinum, verða staðfest positiv

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-09 17:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

663 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Lagt verður afturat, at 38 kanningar enn ikki eru liðugt greinaðar.

708 fólk gjørdust frísk í gjár, og í løtuni eru 4831 fólk positiv við koronu.

19 fólk eru innløgd í Sjúkrahúsvrkinum við koronu. Fimm av teimum eru innløgd av koronu. Hini 14 eru testað positiv, men eru innløgd av aðrari orsøk.

22 fólk eru deyð við koronu í Føroyum. Hetta talið var 20 í gjár.

Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder