Í 2022 hava 67 journalistar latið lív, meðan teir hava verið til arbeiðis, upplýsir altjóða journalistfelagið (IFJ) sambært DR.
Tað eru munandi fleiri enn í fjør, tá talið var 47.
Sambært IFJ er orsøkin til høga talið m.a. kríggið í Ukraina, sum hevur kravt lívið hjá 12 miðlafólkum. Lond sum Meksiko og Haiti eru eisini vandamikil støð at arbeiða, verður sagt.
Aðalskrivarin í IFJ, Anthony Bellanger sigur, at hetta er ein álvarslig grund til at stúra, og er tað enn ein ávaring til stjórnir kring heimin um at gera meira fyri at royna at verja journalistikk, sum er ein av grundarsteinunum í samfelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald