Uttanlands

67,1 milliónir sóu kjakið í sjónvarpinum

Tað eru munandi fleiri enn tær 51 milliónirnar, sum fylgdu við, tá Trump og Biden hittust í juni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-13 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikonsku forsetavalevnini Donald Trump og Kamala Harris kjakaðust í beinleiðis sjónvarpi náttina til mikudagin, fylgdu 67,1 milliónir hyggjarar við í sjónvarpinum.

Tað vísa upplýsingar frá greiningarfyritøkuni Nielsen.

Hesi tølini fevna bert um hyggjarar, sum fylgdu við í sjónvarpinum. Tey mongu, sum stroymaðu kjakið á netinum á t.d. YouTube ella heimasíðum hjá amerikonskum miðlum, eru tí ikki tald við.

Eitt nú hevði miðilin NBC News eina beinleiðis stroyming á YouTube, har 5,3 milliónir fólk fylgdu við, skrivar Ritzau.

Til samanberingar fylgdu umleið 51 milliónir við í sjónvarpinum, tá Trump kjakaðist móti táverandi forsetavalevninum hjá demokratunum, Joe Biden.

Metnógvir sjónvarpshyggjarar fylgdu við í 2016, tá Trump og táverandi demokratiska forsetavalevnið Hillary Clinton kjakaðust. Tey kjakaðust tríggjar ferðir, og 84 milliónir sjónvarpshyggjarar fylgdu við tí eina kjakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder