2020-06-29 09:12
13.177 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og framvegis er eingin, ið hevur fingið staðfest koronasmittuna síðan 22. apríl, upplýsir Landslæknin í morgun.
Eingin smitta er staðfest í seinastu 6.780 kanningunum, og er talið á føroyingum, ið hava fingið staðfest smittuna framvegis 187. Tann seinasti av hesum varð staðfestur frískur 8. mai.
Síðan leygardagin hevur mann kannað øll ferðafólk, sum eru komin til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald