2021-10-27 16:52
            
        
         
                
            Talið á nýggjum tilburðum er framvegis høgt. Tað vísa tølini fyri í gjár frá landslæknanum, sum júst eru komin.
Í gjár vóru 68 tilburðir staðfestir, og øll tey positivu hava fingið boð.
3.311 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. 499 fólk eru í løtuni positiv í Føroyum. 599 fólk eru í sóttarhaldi, og seks fólk standa at vera innløgd við koronu.
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald