Innanlands

682 grindahvalir løgdu beinini í fjør

Sambært hagtølum er tað meira enn í 2018 men væl minni enn í 2017

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2020-01-20 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á heimasíðuni heimabeiti.fo sæst yvirlit yvir grindir, og í nýggjasta yvirlitinum, sum inniheldur tøl frá seinastu sjey árunum, sæst, at 682 grindahvalir løgdu beinini í 2019.

Sambært Kringvarpinum er tað væl meira enn í 2018, tá talið var 524.

Í yvirlitinum sæst, hvussu ymiskt tølini eru frá ár til ár. Í 2017 løgdu 1203 grindahvalir beinini, men í 2014 var talið bert 48.

Grindaveiðan hevur verið skrásett síðan 1584, og sambært heimabeiti.fo, hava verið fleiri lang tíðarskeið, har eingin grind hevur verið. Síðan 1928 hevur grind tó lagt beinini á hvørjum ári uttan í 2008, tá eingin grindahvalur var hildin til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder