Børn í Sophieskolen í Nykøbing Falster verða í hesum døgum snarkannaði í støddfrøði lærugreinini. Orsøkin er tann, at kanningar vísa, at fleiri hava sera stórar avbjóðingar við støddfrøði seinni í lívinum.
Hetta skrivar heimasíðan dr.dk.
Nýggju kanningarnar hjá VIVE vísa á, at hvørt sjeynda barn í Danmark hevur somikið stórar avbjóðingar við støddfrøði, at tað kann ávirka framtíðar møguleikarnar hjá barninum.
Sophieskolen í Nykøbing Falster hava avgjørt at taka trupulleikan í álvara og tískil verður støddfrøði førleikin hjá børnunum kannaður longu í 1.flokki. Børnini verða kannði gjøgnum ymisk, einføld roknispøl.
Sambært Camillu Monø, fólkaskúlalærara og støddfrøði ráðgeva, eru tað ógvuliga nógv børn, sum hava stórar avbjóðingar við lærugreinini. Fleiri hava longu avbjóðingar í innskúlingini, og tískil er tað umráðandi at man loftar teimum børnunum beinanvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald