Uttanlands

70 deyð í ógvusligum eldsbruna

Ógvusligur eldur í íbúðahúsum í høvuðsstaðnum í Bangladesh

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-21 08:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri fólk eru deyð í einum ógvusligum eldsbruna í Dhaka, høvuðsstaðnum í Bangladesj. Og talið av deyðum veksur støðugt.

- Higartil hava vit funnið 45 deyð, og talið er vaksandi, segði ovastin fyri sløkkiliðið fyri AFP-tíðindastovuni tíðliga í morgun, okkara tíð. Nakað seinni varð staðfest, at talið av deyðum var komið upp á 69 fólk.

Harumframt eru yvir 50 fólk flutt á sjúkrahús, siga politimyndugleikar fyri miðlunum.

Eldsbrunin byrjaði tíðliga mikukvøldið, lokala tíð, í einum íbúðabygningi í fleiri hæddum. Í bygninginum var eisini ein goymsla av evnavøru. Upprunin til eldin er enn ókendur.

Tað var ferðslutøppur í økinum, tá eldsbrunin byrjaði, og tí var trupult hjá fólki at rýma úr økinum. Talan er um ein býarpart við serliga smølum gøtum.

Skjótt breiddi eldurin seg til grannabygningarnar og tað tók meira enn fimm tímar áðrenn sløkkiliðini fingu nøkulunda tamarhald á eldinum. Yvir 200 sløkkiliðsfólk tóku lut í arbeiðinum, skrivar Ritzau.

Í 2010 varð Bangladesj rakt av einum líknandi sorgarleiki, tá yvir 120 fólk lótu lív, tá ein eldri bygningur brendi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder