Innanlands

70 milliónir frá Horizon Europe til slóðbrótandi verkætlan

Eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum undir leiðslu av føroysku fyritøkuni Ocean Rainforest hevur fingið fígging til verkætlan, sum skal vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara

(Savnsmynd: Ocean Rainforest)

(Savnsmynd: Ocean Rainforest)

2022-06-13 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum undir leiðslu av føroysku fyritøkuni Ocean Rainforest hevur fingið slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe til verkætlan, sum skal rudda slóð fyri at vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara í Evropa.

Tað skrivar Ocean Rainforest í tíðindaskrivi í dag.

Verkætlanin, ið nevnist SeaMark, og byrjar 1. juli og gongur yvir fýra ár.

Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. M.a. verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast í staðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast í staðin fyri plastikk.

SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir.

Sambært Ocean Rainforest er hetta fyrstu ferð at ein føroysk fyritøka ella stovnur hevur yvirskipaðu leiðsluna av einari ES verkætlan í granskingarskránni Horizon 2020 ella Horizon Europe.

Ocean Rainfores leiðir og samskipar verkætlanina, har tólv aðrar fyritøkur úr ymiskum evropeiskum londum eisini eru við, m.a. fyritøkur við áhuga fyri taraaling og fyritøkur, ið framleiða burturúr tara. Tólv granskingarstovnar við nógvari tvørfakligari vitan eru eisini við í verkætlanini, m.a. føroyski granskingarstovnurin Sjókovin, sum m.a. hevur ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar, skrivar Ocean Rainforest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder