Mentan

700.000 krónur til Sumbiar í kvøld

Majbritt og Ragnar Gudmundsen vunnu stóran vinning í Gekkinum

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-09-09 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur spenningur var um Gekkin í kvøld, tí upphæddin vat nú komin upp á 2,1 milliónir krónur.

Tað var Majbritt Gudmundsen í Sumba, sum fekk fulla plátu, og maðurin Ragnar var fjarritari. Og tað gjørdi hann bara væl.

Í teimum fyrstu tveimum snarunum lendu tey bæði á 20.000 krónum, sum gav ávikavist 60.000 og 40.000 krónur í kassan. Men hesum tóku tey ikki av - tíbetur kundi man sagt.

Tí í triðja og seinasta snari lendu tey á reyða leypinum. Áðrenn byrjað varð, valdi Majbritt at deila stóru upphæddina upp á 2,1 milliónir í trý, so 700.000 krónur vóru á hvørjum leypi.

Eitt øgilgt róp kom í tá sjónvarpssambandið rakk til Sumbiar, og eitt “Oh my gaaaad”, ljóðaði aftanfyri í telefonini.

700.000 krónur til Sumba og gleðin var ikki at taka feil av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder