Í dag gevur Guðrið Hansdóttir næsta staklagið av heildarútgávuni ”Sýrublað” út.
Í tíðindaskrivi greiðir Guðrið soleiðis frá staklagnum:
– Epoxyprimer er eitt slag av grundmáling, sum verjur ímóti vætu og rusti og innsiglar yvirflatur. Til tíðir, er tað sum um vit mennskju verja okkum sjálvi við slíkari grundmáling, sum eitt slag av sjálvverju.
– Og tað er júst tað, sum lagið snýr seg um, at halda eina kensluliga fjarstøða og vernd, fortalt í myndum um m.a skipini sum liggja í dokk og verða málaði.
Tónlistarliga hevur Guðrið fingið íblástur til lagið frá bólkum, sum Jethro Tull, The Doors og Air.
Lagið hevur eitt eyðkent blokkfloytu tema, vakrir tónar frá songkvinnuni Elinborg, omnichord harpu-og rútmuboks og vælsvingandi organiskan trummusláttur.
Lagið kann hoyrast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald