Uttanlands

7,1 milliónir ferðafólk hava ferðast við SAS hetta summarið

SAS hevur hetta summarið havt ein týðiligan ferðafólkavøkstur, samanborið við í fjør

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-08 18:40 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Leypandi av trimum summarmánaðum hava 7,1 milliónir ferðafólk ferðast við SAS. Hetta vísir ferðslutalið hjá SAS, sum bleiv kunngjørt í gjár.

Hetta eru slakar tvær milliónir fleiri ferðafólk, samanborið við juni, juli og august í 2022. Takast skal tó í mentu, at ferðslutalið í fjør bleiv ávirkað av starvsfólkaverkfalli, sum vardi í 15 dagar.

Stjórin í SAS, Anko van der Werff, sigur í einari viðmerking til ferðslutølini, at hann er avbera væl nøgdur við úrslitið hetta summarið. Hann frøðist yvir økta eftirspurningin og veksandi talið av ferðandi við SAS.

Í juli ferðaðust 2,4 milliónir fólk við SAS. Hetta er fyrstu ferð síðani koronu, at talið av ferðafólkum hevur verið so høgt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder