2019-11-04 21:57
Í desember 2023 skal vera koyrandi millum Traðardal á Sandoynni og Gomlurætt. Og tað gongur rætta vegin at bora tann 10.785 metrar langa tunnilin.
Í Traðardali vóru í síðstu viku 57 metrar boraðir, og har eru í alt nú boraði 901 metrar.
Á Gomlurætt vóru 56 metrar boraðir. Har er ikki komið líka langt, har eru í alt 426 metrar boraðir.
Eysturoyartunnilin nærkast
Farnu árini hava vit fylgt við gongdini í vegsambandinum undir Skálafjørðinum, nevniliga Eysturoyartunlinum. Tunnilin letur eftir ætlan upp um umleið eitt ár. Soleiðis sær út undir Skálafjørðinum.
(Upptøkuna eiga Eystur- og Sandoyartunlar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald