Innanlands

7,2 tons av burturkasti á ruddingardøgunum í høvuðsstaðnum

Vikuskiftið 7. og 8. mai varð ruddað í Tórshavnar kommunu, og komu góð sjey tons av burturkasti inn

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-17 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv børn og vaksin í Tórshavnar kommunu valdu at brúka vikuskiftið 7. og 8. mai til at rudda náttúru og grannaløg í kommununi, og hósdagin 6. mai vóru eisini bæði fólk, kajakkir og froskmenn í sving, tá Sandagarð skuldi ruddast.

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu komu tilsamans 7,2 tons av burturkasti inn frá ruddingardøgunum.

Talan var um alt frá sigarettstubbum, fiskilínu, tundri og plastfløskum til elektronikk, plastposar, battaríir og snúsíløt.

Í sambandi við ruddingardagarnar var eisini lutakast um stóra vinningin á 4.000 krónur. Fólk skuldu senda myndir inn frá ruddingardøgunum fyri at vera við, og vinnarin gjørdist 2. flokkur í Eysturskúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder