Innanlands

730 børn fara nú í 1. flokk

Hetta eru 35 børn færri enn í fjør

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-17 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er tíðin, har skúlarnir byrjað aftur. Í gjár byrjaðu nógv á miðnámsskúlum kring landið, og í morgin fara umleið 730 børn í 1. flokkí fólkaskúlunum.

Hetta upplýsir Hagstovan.

Í fjør fóru 765 børn í fyrsta flokk í Føroyum. Harvið eru tað 35 færri, ið byrjað í ár í ár - talið er lækkað við næstan fimm prosentum, sambært Kringvarpinum.

Talan er í høvuðsheitinum um 2015-árgangin. Tað árið vóru 610 børn fødd í Føroyum. Ein lutfalsliga høg nettotilflyting ger, at talið av børnum, ið nú fara í 1. flokk, er so mikið høgt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder