Í mai 2020 eru 75 ár liðin, síðan seinni heimsbardagi var av, friður varð lýstur í Evropa, og hersetingin av Føroyum endaði.
Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarligum minningarhaldi í Havn dýra biðidag, fríggjadagin 8. mai. Um sama mundið verða onnur tiltøk við søgu og mentan frá krígsárunum eisini hildin.
Tað er Tórshavnar kommuna, sum skipar fyri saman við Føroya landsstýri, Visit Tórshavn o.ø.
Kommunan skrivar á heimasíðuna, at felagsskapir, stovnar og onnur verða boðin at skipa fyri tiltøkum hóskandi til høvið. Ætlanin er, at tiltøk skulu verða alla vikuna.
Til ber at søkja um stuðul til tiltøk við at senda umsókn til Mentamáladeildina hjá kommununi.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald