2020-06-26 12:14
Fyri persónbilar fer tað at kosta 75 krónur við haldi og 175 krónur uttan hald at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Hesum boðar Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar frá í dag.
Í mun til Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, eru prísirnir, sum eru kunngjørdir í dag fyri einvegistúrar.
Fyri motorsúkklur er kostnaðurin 60 krónur, meðan prísurin fyri vørubilar er 150. Uttan hald leggjast 100 krónur omaná.
Allir prísirnir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald