Uttanlands

75 milliónir fleiri fólk í heiminum

1. januar verður fólkatalið í heiminum yvir átta milliardir og 19 milliónir, ið svarar til ein vøkstur á 75 milliónir ella beint undir eitt prosent samanborið við fyri einum ári síðani

Lissabon, Portugal (Mynd: AP)

Lissabon, Portugal (Mynd: AP)

2023-12-30 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á fyrsta degi í nýggja árinum verður fólkatalið í heiminum yvir átta milliardir og 19 milliónir fólk - heilt nágreiniligt 8.019.876.189 fólk, sambært amerikanska stovninum United States Census Bureau.

Tað svarar til, at heimurin hetta seinasta árið hevur havt ein fólkavøkstur á 75 milliónir - beint undir eitt prosent, skrivar tíðindastovan AP.

United States Census Bureau metir, at tað fyrst í komandi árinum verða 4,3 børn fødd, og tvey fólk doyggja hvørt sekund.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder