2021-12-09 18:11

Fyri fyrstu ferð síðani 22. november gongur talið á tilburðum niður eftir.
78 koronutilburðir vóru í dag, men samstundis eru 208 staðfest frísk aftur eftir at hava verið staðfest positiv við koronu.
Sostatt er talið á aktivum tilburðum komið niður á 519, sum er 130 færri enn í gjár.
3.624 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tíggju fólk eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum við koronu. 833 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald