Innanlands

80 ár síðani Týskland hersetti Danmark og Noreg

Dagfestingin er serstøk fyri hesi skandinavisku londini

Sølvgade í Keypmannahavn 9. apríl 1940

Sølvgade í Keypmannahavn 9. apríl 1940

2020-04-09 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

9. apríl 1940 varð als ikki ein vanligur mánadagur í Danmark og Noregi. Nazi-Týskland, ið var við at gera størri og størri inntriv í Evropa, gjøgnumførdi atgerðina Weserübung, ið hevði verið gjølla fyrireikað í mánaðunum frammanundan.

Hóast kríggj var á veg í Evropa, so kom álopið óvæntað á, og alt Danmark varð hersett, áðrenn 10. apríl var av. Keypmannhavn, ið var høvuðsmálið, var eftir nøkrum tímum undir týskari herseting.

Fleiri enn 1200 flogfør og tveir triðingar av týska undirvatnsflotanum vóru sett inn í stríðnum í Noreg. Tað tók tveir mánaðir hjá týska herinum at fáa tamarhald á øllum Noregi.

13. apríl hersettu bretar Føroyar fyri at forða fyri týskari herseting.  

Tað gingu fimm ár, til Danmark og Noreg vóru frí aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder