2019-12-31 16:42
Ungir menn hava í Sandavági í morgun riggað til soleiðis at tað nú er klárt at festa í í kvøld.
Talan er um 800 blikk, og 2020 skal eisini standa vakurt í blikkum.
Hesir ungu menninir byrjaðu við felags morgunmati í morgun, og nú teir vóru lidnir seinnapartin var súpan á skránni. Jn.fo tók myndina.
Fest verður í beint fyri midnátt, og Fía í Horni Øregaard heldur midnáttarrøðuna í SÍF-húsinum kl. 00.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald