Uttanlands

800 fólk afturhildin í Hvítarusslandi

Aftur í gjár vóru mótmælisfólk á gøtunum í Minsk, har tey kravdu, at forsetin, Aleksandr Lukasjenko, legði frá sær

Ein persónur verður kropskannaður av løgregluni í sambandi við mótmælið sunnudagin (Mynd: EPA)

Ein persónur verður kropskannaður av løgregluni í sambandi við mótmælið sunnudagin (Mynd: EPA)

2020-11-09 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin afturhelt hvítarussiska løgreglan 800 fólk í sambandi við mótmælistiltøkum í høvuðsstaðnum, Minsk.

Seinastu tríggir mánaðirnar hevur mótmælt verið móti landsins forseta, Aleksandr Lukasjenko, hvønn sunnudag. Tíggjutúsundatals hvítarussarar hava savnast á gøtunum, og myndugleikarnir hava svarað aftur við at handtaka og afturhalda fólk. Í gjár brúkti løgreglan eisini vatnkanónir móti mótmælisfólkum í miðbýnum, skrivar Ritzau.

Hvítarussiski forsetin hevur sitið við valdið seinastu 26 árini, og mótstøðufólk hansara krevja, at hann leggur frá sær. Orsøkin er, at tey ikki viðurkenna hann sum vinnara av forsetavalinum í august, har hann stóð til at hava fingið meginpartin av atkvøðunum. Tey leggja hann undir at hava framt valsvik.

Tey krevja, at hann letur valdið til andstøðuleiðaran, Svetlana Tikjanovskaja, sum tey meta vera tann veruligi vinnarin av valinum.

38 ára gamla Svetlana Tikhanovskaja er í løtuni í útlegd í Litava.

Tikhanovskaja sigur, at mótmælini fara at halda fram, inntil tey sigra, og heldur hon, at seinastu mánaðirnir hava prógvað, at myndugleikarnir hava mist valdið.

Leygardagin ynskti hon eisini Joe Biden til lukku við úrslitinum av forsetavalinum í USA, og segði hon seg vóna, at Biden skjótt fór at hitta tann veruliga forsetan av einum nýggjum, frælsum Hvítarusslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder