2021-05-10 09:00

Nú eru tilsamans 23.519 koppsetingar gjørdar í Føroyum.
Tá koppsett varð í gjár, vórðu 804 fólk koppsett. 787 fingu fyrru koppsetingina, og 17 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Sambært corona.fo hava nú 16.896 fólk fingið fyrru koppsetingina, meðan 6.623 hava fingið báðar koppsetingarnar, og eru tey nú liðugt koppsett.
Hetta svarar til, at 31,8 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, og at 12,5 prosent eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald