
1. oktober í ár vóru 53.513 fólk í Føroyum, ið er 805 fólk fleiri enn 1. oktober í fjør.
Talan er um ein vøkstur á 1,5 prosent.
Lutfalsligi vøksturin í fólkatalinum er tann sami sum í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið eisini vaks við 1,5 prosent. Sostatt hevur lutfalsligi fólkavøksturin ligið millum 1,5 prosent og 1,8 prosent fyri hvørt 12-mánaðarskeið í út við fýra ár, skrivar Hagstovan.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting – munurin millum tilflyting og fráflyting – og burðaravlopi – munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av eini nettoflyting á 517 og einum burðaravlopi á 288, og tað er tætt við tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
Størsti fólkavøksturin seinasta árið var í Suðurstreymoy, meðan størsta afturgongdin var í Sandoynni.
Fólkatalið í Suðurstreymoy vaks við 422, ið er ein vøkstur á tvey prosent, meðan fólkatalið í Sandoynni minkaði við 16, ið er ein afturgongd á 1,2 prosent.
Næststørsti fólkavøksturin var í Eysturoynni, har 230 fólk eru komin afturat. Tað er ein vøkstur á 1,9 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald