
Landslæknin upplýsti á middegi, at talið í dag fór at liggja um tey 75. Tað passar nokkso væl, tí nú tey almennu tølini eru komin út, vísir tað seg at 81 fólk vóru testað positiv í teimum 2.538 kanningunum, sum vóru gjørdar í gjár.
Nýggja koronufrábrigdið omikron varð staðfest fyri fyrstu ferð í gjár, men óvist er júst hvussu nógvir av hesum tilburðunum eru í mun til deltafrábrigdið, sum vit annars hava verið von við.
Talið á aktivum tilburðum veksur skjótt, og nú eru 649 fólk sum eru positiv við koronu í løtuni. Hetta eru 53 fleiri enn í gjár.
10 fólk eru innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum. Hetta eru trý fleiri enn í gjár.
Landsstýrið hevur boðað frá, at tíðindafundur verður í Kringvarpinum klokkan 11 í morgin, har kunnað verður um koronustøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald