2021-12-22 16:00

Í gjár vórðu 82 nýggir koronusmittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Hesir tilburðirnir eru staðfestir í 2.631 kanningum.
Talið á smittaðum í løtuni er nú 453, ið er 38 fleiri enn í gjár.
Á korona.fo boða myndugleikarnir eisini frá, at fimm fólk nú eru innløgd við koronu. Tað eru tvey fleiri enn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald