Eitt SAS-flogfar við 84 fólkum úr Afganistan umborð setti seg tíðliga í morgun í floghavnini í Kastrup.
Talan er í høvuðsheitum um afghanar, sum hava arbeitt á donsku sendistovuni, tulkar og familjur hjá teimum, upplýsir uttanríkisráðið fyri Ritzau tíðindastovuni.
Reyði Krossur í Danmark hevur gjørt seg til reiðar at taka sær av afganarunum.
Flogfarið kom úr Dubai í Seimeindu Emiratunum.
Mánadagin lendi flogfarið í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, sum er miðdepil fyri afturtøkuni av donskum borgarum í Afganistan.
Í Pakistan tók flogfarið 84 ferðafólk umborð, og fleyg víðari til Dubai, haðani tað í gjár setti kós móti Danmark.
Fyrsta danska flogfar við fólkum úr Afganistan lendi mikudagin, men tá var talan um eitt flogfar við 14 norðmonnum umborð umframt einum persóni “við loyvi at uppihalda seg í Danmark”. Flogfarið hevði annars rúm fyri 172 ferðafólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald