Innanlands

84 prosent ikki samd við landsstýrið

Ein stórur meiriluti heldur ikki, at tað er rætt at gevast við koronukanningunum við landamørkini 1. august. 7.000 fólk hava atkvøtt á Portalinum í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-09 20:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani klokkan 14 hevur tað verið møguligt hjá lesarum á Portalinum at svara spurninginum, um ein heldur tað vera rætt at gevast við at kanna við landamørkini tann 1. august.

Beint yvir 7.000 brúkarar hava svarað, og ein stórur meiriluti er ósamdur við tí, sum landsstýrið annars hevur lagt út í kortið við at gevast 1. august.

Heili 84 prosent siga nei, og vilja hava kanningarnar at halda fram eftir 1. august, meðan bara 16 prosent siga seg vera samd við landsstýrinum, og halda at tað er nóg leingi.

Klokkan 20 læt atkvøðugreiðslan aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder