2021-11-03 17:44

Nýggjastu tølini yvir smittutilburðir vísa nú, at 85 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Nú er talið av smittaðum komið upp á 757.
Í gjár kundu vit staðfesta, at talið av smittaðum stóð í stað, tí líka nógv vórðu staðfest frísk aftur, sum tað vóru nýggj smittað.
Men hetta var ikki tekn um at smittutalið fór at minka aftur.
Tí í nýggjastu tølunum eru 28 fleiri smittað, enn tað eru staðfest frísk, og sostatt er talið av fólkum, sum nú eru smittað 757, og so nógv hava ongantíð fyrr verið smittað samstundis í føroyum.
Nú eru átta fólk innløgd við koronu - tað eru trý færri enn í gjár.
3.660 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald