Uttanlands

8.500 amerikansk herfólk til reiðar at hjálpa Eysturevropa

Vestanlond fara at svara aftur, um Russland ger álvara av hóttanunum móti Ukreina

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á netfundi við vesturlendskar leiðarar (Mynd av Twitter)

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á netfundi við vesturlendskar leiðarar (Mynd av Twitter)

2022-01-25 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur sett 8.500 herfólk í hægstu tilbúgving fyri møguliga at hjálpa Nato-londunum í Eysturefropa, serliga baltisku londunum, nú støðan kring Ukreina gerst alt spentari.

Avgerðin um at senda herfólkini avstað, er tó ikki tikin enn.

Tað skrivar finska kringvarpið, YLE, við fleiri altjóða tíðindastovum sum keldum.

- Hetta snýr seg um at tryggja okkara sameindu í Nato. Hetta eru greið boð til Putin forseta um, at vit taka støðuna í størsta álvara, sigur John Kirby, sum er talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur hesar seinastu dagarnar havt samtalur við fleiri evropeiskar stjórnarleiðarar og leiðarar innan ES.

Sambært Hvítu Húsunum er semja um, at um Russland ger seg hernaðarliga inn á Ukreina, so skulu tey sameindu vestanlondini svara aftur við hørðum revsitiltøkum.

Hetta varð eisini váttað av einum talsfólki hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson.

Enn er ikki komi fram, hvørji revsitiltøk, ið talan kann verða um.

[object Object]
Myndir frá fylgisveinum vísa, hvussu russiski herurin hevur dubbað seg við herstyrkjum fram við markinum móti Ukreina (Mynd: EPA)

Fleiri ES-lond eru bundin av russiskum gassi, og hava tí ikki verið sinnað at fremja revsitiltøk, ið kann raka russiska gassídnaðin. Eitt nú Týskland hevur eisini verið ivasamt um ætlanir um at steingja Russland úti frá altjóða SWIFT bankakervinum.

Ungarn hevur eisini tosað ímóti øllum revsitiltøkum, og Viktor Orban, forsætisráðharri, hevur skýrt hesar ætlanir fyri at vera eitt stig “aftur til Kalda kríggið”.

Samstundis bórust tíðindini um fyrstu fundirnar millum Ukreina og Russland eftir at Russland flutti yvir 100.000 herfólk fram móti markinum til Ukreina.

Russisk og ukreinsk samráðingarfólk skulu hittast í Paris saman við fronskum og týskum meklarum. Hetta verður gjørd sum framhald av sokallaðu Normandí-samráðingunum, skrivar Reuters.

Normandí-samráðingar byrjaðu sum ein roynd at mekla í trætuni í eystara Ukreina, tá ukreinski herurin lá í stríði móti loysingafólkum, sum vórðu stuðlað av russiskum herfólkum.

Samráðingarleiðarin hjá Ukreina, Mykhailo Podolyak, hevur váttað, at Russland enn ikki alment hevur váttað sína luttøku í samráðingunum. Hesar samráðingar skulu eftir ætlan byrja í morgin.

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, legði í gjár mynd út á Twitter, sum vísti hann sita á netfundi við Joe Biden og fleiri evropeiskar stjórnarleiðarar.

- Vit samdust um, at russiskur ágangur móti Ukreina fer at fáa álvarsligar fylgjur, skrivar Jens Stoltenberg

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder