Innanlands

858 fleiri starvsfólk í august

Í august vóru 30.211 starvsfólk í Føroyum, og av teimum arbeiddu 57 prosent hjá privatum arbeiðsgevara.

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-09-19 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august vóru 30.211 fólk í starvsfólkaskaranum í Føroyum, og tað eru 858 fleiri enn í august árið fyri. Hetta svarar til eina hækking á 2,9 prosent, skrivar Hagstovan.

Sambært Hagstovuni vóru slakir 15.400 menn og 14.900 kvinnur millum starvsfólkini í august.

Hetta eru 520 – ella 3,5 prosent – fleiri menn og 340 – ella 2,3 prosent – fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.

57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.

Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder