placeholder
Innanlands

8,6 prosent av fólkinum lótu seg kanna fríggjadagin

4.541 fólk lógu set kanna fyri korona fríggjadagin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-10 13:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórt trýst hevur verið á koronakanningarstøðirnar hesar seinastu dagarnar.

Fríggjadagin vóru ikki færri enn 4.541 fólk og lótu seg kanna. Hetta svarar til góð 8,6 prosent av fólkunum, sum búgva í Føroyum.

Hagstovan hevur júst kunngjørt nýggjastu tølini fyri fólkatalið, og tey vísa, at tað um mánaðarskiftið juni/juli búðu 52.656 fólk í Føroyum – enn eitt met.

Ikki fyrr enn í dag, mánadag, vóru tey komin ígjøgnum allar royndirnar, sum vórðu tiknar fríggjadagin, og tær vístu at 16 av teimum 4.541 vóru smittað.

Eisini leygardagin vóru langar bíðirøðir við kanningarstøðirnar. Hesar royndirnar vera nú kannaðar, og sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, vera úrslitini av hesum kanningunum vónandi klár seinni í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder