Uttanlands

87 ára gomul donsk kvinna er miðdepil í Brexit-kjakinum

Í vanda fyri at verða tveitt úr landinum hóast hon hevur búð í Skotlandi í 57 ár

Tove Macdonald flutti til Skotlands fyri næstan 60 árum síðani (Mynd: stv.tv)

Tove Macdonald flutti til Skotlands fyri næstan 60 árum síðani (Mynd: stv.tv)

2019-03-07 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

87 ára gamla Tove Macdonald, sum er fødd í Danmark, er nú vorðin miðdepil í Brexit-kjakinum í Bretlandi. Brexit noyðir hana at skráseta seg fyri at sleppa at vera verðandi í landinum.

- Eg havi onga staðni at fara. Hetta er heim mítt, sigur 87 ára gamla Tove Macdonald, ið sigur seg vera meira skotska enn danska. Hóast hon er fødd í Keypmannahavn, hevur hon búð meginpartin av lívi sínum í Skotlandi.

Sum útlendskur ríkisborgari er trupulleikin hjá Tove, at hon skal skráseta seg hjá myndugleikunum, um hon vil vera verðandi í landinum eftir Brexit. Skrásetingin skal fara fram seinast 20. juni 2021 á heimasíðuni hjá innanríkisráðnum.

Tove, sum ikki kennir seg trygga við teldutøkni dámar hetta einki.

- Eg gerðis kedd av hesum. Eg trúði ikki, at tað kundi vera rætt eftir sum eg havi búð her í so nógv ár, sigur hon í samrøðu við skotsku sjónvarpsstøðina STV News.

Og hennara boð eru nú hoyrd av skotskum politikarum. Leiðarin í størsta flokkinum í Skotlandi, SNP, Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri, skrivar á Twitter, at hon hevur samkenslu við Tove.

Og í gjár varð Theresa May, forsætisráðharri, í tjóðartinginum í London biðin um at viðmerkja støðuna, sum gamla danska konan er komin í.

- Hetta er hjartaleysur politikkur, segði bólkaleiðarin hjá SNP í undirhúsinum, Ian Blackford, í viðmerking til Theresa May.

Forsætisráðharrin lat seg tó ikki ávirka. Hon segði, at ES-borgarar, eitt nú frú Macdonald, sleppa at vera verðandi í landinum – líka mikið hvat hendir við Brexit.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder