Innanlands

889 fólk liðugt koppsett í gjár

37 prosent av fólkatalinum liðugt koppsett

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-02 11:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í gjár vórðu nógvar koppsetingar móti covid-19 gjørdar kring landið. 1039 fólk vóru koppsett, og 150 av teimum fingu fyrra prikið meðan 889 fingu seinna prik.

Sostatt eru tað nú 53,6 prosent sum hava fingið fyrsta prik, og 37 prosent av fólkatalinum hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.

Koppsetingin móti koronu byrjaði síðst í desember í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder