2021-10-23 14:03

Nýggjastu smittutølini eru nú kunngjørd á corona.fo, og har sæst, at heili 89 smittutilburðir vórðu staðfestir í Føroyum í gjár. Hetta er hægsta talið á tilburðum, sum er staðfest í ein dag.
Hetta merkir, at 216 persónar nú eru staðfestir smittaðir í løtuni.
Eingin stendur tó til at vera innlagdur í løtuni.
2.126 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Landslæknin hevur ikki verið í sambandi við allar smittaðar persónar, tí er enn ikki greitt, um talan er um kendar smittukeldur, skrivar corona.fo.
Dagførd kl. 14.37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald