2023-12-28 17:02
Ein níggju ára gomul genta í australska býnum Brisbane er funnin deyð í einari búrennu. Gentan hvarv í ódnarveðrinum, sum í løtuni ger um seg í Queensland.
Hetta skrivar australska heimasíðan ABC.
Sambært ABC eru átta fólk funnin deyð. Afturat hesum hava túsundatals av húsarhaldum mist streymin, og tað kann taka fleiri samdøgur, áðrenn streymurin verður virkin aftur.
Øki, ið eru illa rakt, uppliva eisini vatnflóð, trø, sum eru farin um koll, og fleiri hús eru uttan tekjur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald