
Um dagarnar støkk eg inn á gólvið á verkstaðnum Olafi Haldansen í Vestmanna. Tað er stutt síðani, at eg einki visti um hendan vestmenningin, men nøkur ár herfyri hoyrdi eg hann fyrstu ferð nevndan. Tað var ein dagin eg fyrstu ferð kom inn í eini hús og noyddist at spyrja, hvør hevði gjørt snikkaraarbeiðið. Tað var so snøgt, at tann, sum ikki hevur skil fyri slíkum, dugir ikki at seta orð á upplivingina, men er bara bergtikin og undrast...
Svarið var Olaf Haldansen í Vestmanna. Maðurin fylti 90 ár í desembur og er still going strong. Tá ið eg komi inn á verkstaðið, síggi eg beint á hann. Hann situr í einum króki beint framman fyri altanhurðini, haðani hann hevur vítt og frítt útsýni inn á Fjørð. Eg leggi til merkis kaffikrússið, pípuna og hattin – og radio er for frá við við tónleiki, sum Olaf valla hevur valt sjálvur.
Øll greinin um Olaf Haldansen í Vestmanna kann lesast í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald