
Góðar 900 mió. krónur vórðu útgoldnar í lønum í apríl. Tað eru góðar 50 mió. fleiri í mun til sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.
Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru lønargjaldingarnar nú aftur farnar at vaksa.
Menninir áttu 535 mió. av lønargjaldinum, sum varð útgoldið í farna mánað. Tað svarar til 60 prosent av upphæddini. Kvinnurnar áttu 362 mió.
Menninir fingu 17 mió. fleiri enn í apríl í fjør, meðan kvinnurnar fingu 36 mió. fleiri.
Tá hugt verður at teimum ymsu vinnugreinunum sæst, at útgjaldið í apríl var hægst í almennu tænastuvinnuni. Har var útgjaldið 339,5 mió. krónur. Lægsta útgjaldið var í byggivinnuni – 137,7 mió. krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald