2019-10-05 14:02
Fyri góðum mánaða síðani, 7. september, var landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, og í ár gav innsavningin 900.000 krónur.
Reyði Krossur Føroya skrivar á Facebook í dag, at úrslitið í ár er væl betri enn í fjør, og er hetta ein sera stór hjálp, har neyðin er størst kring heimin.
Reyði Krossur takkar fyri allan stuðulin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald