90ini umaftur: Týskur plátuvendari til Føroya

Hann toppaði mangar hittlistar kring heimin í 90unum við hittum sum Ecuador, Stay, Encore, Mysterious Times, Rock My Body og Adelante

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-05 13:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høllin á Hálsi verður 9. mars karmur um eitt stórt tiltak, har farið verður aftur í 90'ini. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til.

Nøvnini verða avdúkað so hvørt tiltakið nærkast og nú eru fyriskiparirnir klárir at avdúka fyrsta navnið ið er DJ Sash! Hann toppaði mangar hittlistar kring heimin í 90unum við hittum sum Ecuador, Stay, Encore, Mysterious Times, Rock My Body og Adelante, og nú kemur hann í Høllina á Hálsi 9. mars.

Hann hevur verið aktivur á tónleikapallinum í 26 ár og er seinastu árini veruliga komin fram aftur, við nýggjum elektroniskum tónleiki. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir og er garantur fyri at skapa sannan 90ára hýr, har hann framførir.  Fyrireikarinir eru sera fegnir um, at Dj Sash! verður við til kvøldið og vænta nógv fólk til tiltakið.

Tiltakið er kl 21-03:45 og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki - bæði føroyskum og útlendskum, siga fyriskipararnir.

Atgongumerki verða sett til sølu mánadagin 8. januar. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder