Seinasta samdøgrið eru 91 nýggir smittutilburðir skrásettir í Danmark. Tað vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.
Talan er um hægsta talið á tilburðum, sum eru skrásettir í eitt samdøgur, síðan fyrst í mai, tá sæð verður burtur frá mánadegnum, har alt vikuskiftið varð talt við, skrivar Ritzau.
Samlaða talið á skrásettum tilburðum í landinum er nú 13.725.
Í løtuni er smitta m.a. brotið út á einum sláturvirki hjá Danish Crown í Ringsted í Sælandi. Har hava 32 starvsfólk fingið staðfest smittuna.
Í løtuni eru 18 koronasjúklingar innlagdir í Danmark, harav trý á intensivdeildum.
Seinasta samdøgrið er eisini skrásett eitt nýtt andlát, so samlaða talið á andlátum í Danmark nú er 615.
Heilsumyndugleikarnir í Danmark hava nú gjørt 1,5 mió. koronakanningar. Tilsamans eru 1,13 mió. fólk kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald