Innanlands

Nærum 48 prosent eru nú koppsett

47,8 prosent av fólkatalinum hava nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 27,2 prosent eru liðugt koppsett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-14 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á koronukoppsetingum, sum eru gjørdar í Føroyum, nærkast nú 40.000. Tilsamans 39.987 koppsetingar eru nú gjørdar, og 25.484 fólk hava nú fingið fyrru koppsetingina.

Tað svarar til, at 47,8 prosent – nærum helvtin – av fólkatalinum nú eru koppsett, skrivar corona.fo.

14.503 hava fingið seinnu koppsetingina, ið svarar til 27,2 prosent av fólkatalinum.

Í gjár vórðu 828 fólk koppsett. 767 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 61 fólk fingu seinnu koppsetingina.

Dagførd kl. 9.35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder