Innanlands

920 milliónir í lønum í mars - eingin vøkstur

Lønarvøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, er uppsteðgaður

2022-04-19 10:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinasta árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi. Nú er vøksturin steðgaður upp, skrivar Hagstovan.

Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, men seinasta árið hevur vøksturin ikki havt somu ferð, og nú sæst eingin vøkstur í lønargjaldingunum. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.


Í mars vórðu um 920 milliónir útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør, skrivar hagstovan.fo. 

Seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnum verið avtakandi, og nú sæst ikki longur ein vøkstur. Hinvegin hevur verið varisliga tiltakandi hjá kvinnum sama tíðarskeiðið.

Í mars áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 26 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 355 milliónir, sum eru 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við umleið somu ferð seinastu tvey árini. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar framvegis, men seinasta hálva árið hevur vøksturin verið avtakandi.

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder