Innanlands

940 milliónir útgoldnar í lønum í januar

Talan er um ein vøkstur á 8,3 prosent í mun til januar í fjør

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2024-02-15 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í januar vórðu góðar 940 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn í sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent.

Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið rættiliga javnur síðani á heysti 2020, skrivar Hagstovan. 

Menninir áttu 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent 

Í januar áttu menninir um 561 milliónir krónur av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 49 milliónir ella 8,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 377 milliónir krónur, sum eru 27 milliónir ella 7,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. 

Vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinunum

Lønargjaldingarnar innan 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar støðugt. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar 9,3 prosent hægri.

Í 'privatum tænastuvinnum' hevur eisini verið støðugur vøkstur seinastu árini. Vøksturin er 4,4 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' lækkaðu lønargjaldingarnar støðugt í næstan tvey ár eftir koronu. Nú vaksa lønirnar aftur við somu ferð, sum undan farsóttini. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar vaksnar við 11,9 prosentum, skrivar Hagstovan. 

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru mánaðarligu sveiggini í lønargjaldingunum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Vøksturin hesaferð er 10,6 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Seinasta árið eru lønirnar í krónum vaksnar mest í 'almennari fyristing v.m.' við 199,4 milliónum krónum. Lutfalsliga er vøksturin størst í  'byggivinnu o.a. tilvirking' við 8,6 prosentum. Fiskivøruídnaðurin er einasta vinnugreinin, sum hevur lægri lønarútgjaldingar samanborið við tíðarskeiðið frammanundan.

Lønargjaldingarnar til fólk búsitandi uttanlands vóru góðar 20 milliónir krónur ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu menn 19 milliónir. Borið saman við januar í fjør er vøksturin 1,2 milliónir krónur ella 5 prosent.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder