Innanlands

945 nýggir tilburðir - 1265 frísk aftur í gjár

Færri eru innløgd av koronu nú. Talið er komið niður á fimm

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-15 18:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

945 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í 1500 kanningum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið.

Koronutalið hevur annars verið 305 og 340 um vikuskiftið, men mánadag eru ofta nógvir tilburðir.

1265 fólk gjørdust frísk aftur í gjár eftir at hava verið við positivum, og sostatt fellur samlaða talið á positivum í løtuni við 320 fólkum. 4385 fólk eru í løtuni positiv, og hetta er tað lægsta síðani 23. januar.

Fimm fólk eru nú innløgd av koronu. Hetta talið var sjey í gjár. Átta aðrir sjúklingar hava koronu, men eru innløgd av aðrari orsøk. Hetta talið var 15 í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder