
Sambært nýggju frágreiðingini um haruveiðu í Føroyum eftir Eyðfinn Magnussen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, vórðu 9.562 harur skrásettar at vera skotnar í fjør.
Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið.
Teir raskastu at skjóta haru í 2020 vóru teir, sum skutu í "Dalhagi - Eystaripartur" í Vestmanna, har fongurin var tilsamans 190 harur á trimum túrum, skrivar Fróðskaparsetrið.
Teimum á baki vóru teir, ið skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun, har teir fingu 180 harur á 10 túrum.
Á triðja plássi vóru teir í haganum "Botnar" í Funningi. Har taldi veiðan 175 harur á átta túrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald